Skála og AB rigga seg til uppflyting

Skála og AB rigga seg til uppflyting
AB vann toppdystin í 1. deild ímóti Skála, og nú bendir á, at bæði feløgini flyta upp í bestu deildina. Formenn, venjarar og spælarar vita, hvussu nógv krevst á ovastu rók
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
30.08.2021 - 20:39

Upp- og niðurflyting. Tey eru von við tað eftirhondini, Skála og AB, sum brustu saman í toppdysti undir Mýruhjalla leygardagin.

AB vann dystin 1-0, og sigurin hevur við sær, at bæði feløgini helst verða at síggja í bestu deildini við monnum næsta ár.

 - Vit taka ein dyst í senn, og so vóna vit, at vit hava nóg mikið til at flyta upp, sigur Ingi Hansen, formaður í Skála, og Marius Thomassen er samdur.

 - Okkara ætlan er at flyta upp. Vit settu okkum fyri at enda í topp-trý, og tað er har vit liggja beint nú, sigur AB-formaðurin.

Byggja á egið tilfeingi

Á Skála royna tey eftir førimuni at byggja liðið á spælarar, sum eru uppaldir í felagnum. Hetta tryggjar eitt ávíst støðufesti.

 - Um tú hevur nógvar spælarar aðrastaðni frá, kann tað verða trupult at varðveita stabilitetin, sigur Ingi Hansen.

 - Hevur tú stuðulsspælarar av egnum tilgeingi, hevur tú helst eisini ein stabilari hóp.

Argjamenn gera eisini nógv við ungdómsarbeiðið, men í summarsteðginum fekk felagið fýra danskar spælarar á liðið. Hetta sær AB-formaðurin ikki sum ein mótsetning.

 - Tað er altíð vandi fyri, at spælarar rýma. Tað síggja vit javnan, og soleiðis er spælið. Men tað er eisini fyri føroyingar, sum koma á liðið aðrastaðni frá. Sjálvandi leggja vit okkum fyrst og fremst eftir at gera eitt gott ungdómsarbeiði, men ein partur av tí er at fáa nýggjar spælarar inn, og tað er eisini partur av menningini av egnum leikarum, sigur Marius Thomassen.

FSF má verja tey smáu betur

Mennir tú góðar spælarar lúrur vandin allatíð fyri, at onnur lið liggja framvið eftir teimum. Hetta er ikki ein trupulleiki sum so, men Ingi Hansen heldur, at Fótbóltssamband Føroya átti at gjørt meir fyri onkursvegna at vart smærri feløgini betur.

 - Pengarnir hjá teimum stóru feløgunum eru so nógvir, at tá hesir ungu spælararnir verða búnir til at traðka í karakter í bestu deildini, kunnu teir blíva hapsaðir av teimum stóru, sigur Ingi Hansen.

 - Og har haldi eg, at FSF hevur eina skyldu at verja tey smáu feløgini onkursvegna, so at mann ikki kemur í eina slíka støðu, sigur Skála-formaðurin.

Hoyr eisini, hvat venjar og spælarar hjá liðunum báðum halda um eina møguliga uppflyting í innslagnum omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 19. februar
RagnarRokk. Chris Harms um 1980
188003
Mikudag 19. februar
Góðan morgun Føroyar
187986
Mikudag 19. februar
Morgunlestur mikudagur 19.februar 2025
186672
Týsdag 18. februar
Samværi 061 - Hvat er aktuelt at spæla?
187907
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825