Reyði Krossur letur eina millión til neyðhjálparátøk

Reyði Krossur letur eina millión til neyðhjálparátøk
Hálv milión kr. fer til hjálp í Afganistan, og 300.000 kr. fara til at tryggja betri atgongd til koronukoppsetingar
Reyði Krossur Føroya letur eina hálva millión kr. til hjálpararbeiði í Afganistan.
 
01.09.2021 - 16:07

Reyði Krossur Føroya hevur latið eina millión krónur til ymisk neyðhjálpartátøk kring heimin.

Tað skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.

300.000 kr. fara til at tryggja betri atgongd til koronukoppsetingar.

Av hesum 300.000 krónunum eru 81.000 kr. komnar frá privatpersónum í sambandi við átakið "Øll hava rætt til koppseting", og næmingarnar á skúlanum á Argjahamri hava savnað 31.000 kr. 

Helvtin av teimum 300.000 kr. fara til Bangladesh og hin helvtin til Kenya, ið eru millum londini í heiminum, sum eru ringast rakt av koronu. 

Reyði Krossur arbeiðir saman við landsins myndugleikum við at samskipa og tryggja, at útlutingin av koronukoppsetingini er munagóð og rættvís, og til gagns, har neyðin er størst, og umframt at kunna og vegleiða um koppsetingar, stendur í tíðindaskrivinum.

2.000 deyð í jarðskjálvta

200.000 kr. verða latnar til humaniter átøk í Haiti, har stórur tørvur er á hjálp eftir ógvusliga jarðskjálvtan 14. august.

Fleiri enn 2.000 fólk lótu lív í jarðskjálvtanum, 10.000 fingu skaða, og fleiri enn 100.000 hús og heim eru løgd í oyði. 

Nógv fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur.

Reyði Krossur arbeiðir hjálpir m.a. við at veita heilsu- og reinføristænastur, mat og drekka, skjól og verju.

500.000 kr. til hjálp í Afganistan

500.000 kr. fara til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi og Reyða Hálvmána í Afganistan, har fólk í túsundatali hava verið noydd at flýggja frá húsi og heimi.

Ótrygga støðan hevur havt álvarsamar humaniterar avleiðingar, og stórur tørvur er á hjálpartænastum frá Reyða Krossi, eitt nú heilsutænastum, mati og drekka og sálarligum stuðli, serliga til børn og ung, sigur Reyði Krossur Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Morgunlestur fríggjadagur 30. januar 2026
203270
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377