Longdu sáttmálan trý ár - nú er samstarvið endað

Longdu sáttmálan trý ár - nú er samstarvið endað
Fráfaringaravtala er gjørd við tekniska stjóran í Klaksvík, men hon er í trúnaði, siga báðir partar, og innlit fæst ikki í hana
Mánadagin endaði samstarvið millum Klaksvíkar kommunu og tekniska stjóran, Óla Jákup Bech.
 
02.09.2021 - 08:25

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar býráði samtykti leygardagin 21. august at enda samstarvið við tekniska stjóran, Óla Jákup Bech.

Kommunustjórin helt ikki, at grundarlag var fyri víðari samstarvi, vísandi til umstøðurnar, sum sagt verður.

Hesar umstøður eru lýstar í einum uppriti, men innlit fæst ikki í tað.

Og innlit fæst heldur ikki í onnur skjøl um slitna samstarvið. Heldur ikki í fráfaringaravtaluna.

Fráfaringaravtala gjørd

Tí fráfaringaravtala er gjørd, men báðir partar, kommunan og tekniski stjórin, eru samdir um, at hon er gjørd í trúnaði.

Sambært gerðabókini hjá Fíggjarnevndini fær tekniski stjórin uppsagnarløn í fýra mánaðír í mesta lagi.

Mánaðarlønin er 58.867 krónur umframt eftirløn, sum er 9.419 kr., sambært nýggja setanarsáttmálanum, sum varð gjørdur 1. august í ár.

Sambært tí sáttmálanum hevur tekniski stjórin rætt til fráfaringarsamsýning, sum er 36 mánaðarlønir umframt uppsagnarlønina, verður hann burturvístur.

Ætlanarskriv um burturvísing

Sambært gerðarbókini hjá Fíggjarnevndin frá 21. august varð Fíggjarnevndin biðin um heimild til møguliga burturvísing.

Og Óla Jákup Bech fekk ætlanarskriv um burturvísing.

Mánadagin endaði so samstarvið millum Klaksvíkar kommunu og tekniska stjóran, Óla Jákup Bech.

Óla Jákup Bech var tekniskur stjóri í fýra ár. Hann var áramálssettur í fimm ár.

Men setanin varð í summar longd trý ár, til 1. januar 2026.

Rósandi orð 

Tá, 22. juni, vóru nógv rósandi orð um tekniska stjóran í gerðarbókini hjá Fíggjarnevndini. Millum annað, at hann hevur eitt álitisfult samband við umsitingarligu og politisku leiðsluna í kommununi. 

Tekniski stjórin megnar at veita holla fakliga ráðgeving til borgarar, starvsfelagar og politiska myndugleikan á tekniska økinum.

Kommunustjórin í Klaksvík, Rúni Rasmussen, er nú virkandi tekniskur stjóri.

Rúni Rasmussen, kommunustjóri, er nú eisini virkandi tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. november
Breddin: Val í USA og Tjóðveldi
183135
Týsdag 5. november
Brot úr Føroya søgu
183132
Týsdag 5. november
Góðan morgun Føroyar
183127
Týsdag 5. november
Morgunlestur týsdagur 5. november 2024
182921
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008
Sunnudag 3. november
Barnamøtið hjá Heimamissiónini 2024
183007
Fríggjadag 1. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
182920