Toskurin og hýsan fingið MSC-góðkenning

Toskurin og hýsan fingið MSC-góðkenning
Avgerandi er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett í verk eina umsitingarætlan um fiskidagar
At toskur og hýsa eru MSC-góðkend, kann hava við sær, at nýggir marknaðir fara at rinda hægri prís.
 
02.09.2021 - 08:35

Føroyski fiskiskapurin eftir toski og hýsu hevur fingið MSC góðkenning, tí hann er nú mettur at vera burðardyggur.

Avgerandi er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett í verk eina umsitingarætlan um fiskidagar, sigur Durita í Grótinum, stjóri í FISF, Faroe Islands Sustainable Fisheries, í tíðindaskrivi.

Frammanundan hava longa og brosma MSC góðkenning.

Nýggir marknaðir og keyparar

Nú fiskiskapurin eftir toski og hýsu hevur fingið MSC góðkenning, fáa føroyskir fiskaseljarar atgongd til nýggjar marknaðir og keyparar, sum kunnu væntast at rinda ein hægri prís fyri vøruna enn á verandi marknaðum, stendur í tíðindaskrivinum. 

Toskur og hýsa, sum eru fiskað eftir 9.juni í ár, eru MSC-góðkend. 

Durita í Grótinum er stjóri í FISF, Faroe Islands Sustainable Fisheries.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846