Orkufelagið ætlar at keypa Magn fyri hálva milliard

Orkufelagið ætlar at keypa Magn fyri hálva milliard
Arbeitt verður við at fáa fígging, og ætlanin er at hava keypsavtaluna klára í november
Alt bendir á, at eitt føroyskt felag fer at keypa Magn frá Skeljungi.
 
02.09.2021 - 15:55

Føroyska smápartafelagið, Orkufelagið, har Ben Arabo er stjóri, hevur samráðingar við íslendska felagið, Skeljung, um at keypa dótturfelagið Magn. 

Tað hevur Skeljungur boðað íslendska keypsskálanum frá í morgun. 

Ben Arabo sigur við Útvarpið, at felagið hevur næstu átta vikurnar fingið einkarrætt at samráðast, men at partarnir longu eru samdir um tey yvirskipaðu viðurskiftini í sambandi við keypið.

Nú verður arbeitt við at fáa fígging, og miðað verður eftir, at endaliga avtalan verður klár í november. 

493 mió. kr.

Sambært fráboðanini, er keypsprísurin 606 milliónir krónur í okkara peningi. Við í søluprísinum er yvirtøka av skuld og onnur fíggjarlig viðurskifti, so at sølan av partabrøvum er um 493 milliónir krónur í okkara peningi.

Keypsavtalan er treytað av, at partaeigararnir í Magn góðkenna søluna. 

Stovnaðu felagið í februar

Ben Arabo, Teitur Nolsøe Poulsen og Tommy Næs Djurhuus stovnaðu 16. februar í ár smápartafelagið Orkufelagið. 

Teitur Nolsøe Poulsen er nevndarformaður, og Ben Arabo stjóri. 

Endamálsorðingin hjá felagnum er at stovna og reka orkukeldur, gera íløgur og annað virksemi í hesum sambandi.

Ben Arabo er stjóri í smápartafelagnum Orkufelagnum, sum ætlar at keypa Magn frá íslendingum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928