Vænta stjórnarskifti í Noregi

04.09.2021 - 13:14
Útheimurin
Vænta stjórnarskifti í Noregi
Stórtingsval verður 12. og 13. september
Nógv bendir á, at Jonas Gahr Støre verður nýggjur forsætisráðharri í Noregi eftir Ernu Solberg, sum hevur verið forsætisráðharri í tvey valskeið.

Nógv bendir á, at stjórnarskifti verður í Noregi eftir stórtingsvalið um eina góða viku.

Borgarliga stjórnin hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, sum hevur sitið tvey valskeið, missir undirtøku, og eru veljarakanningarnar eftirfarandi, verður formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Jonas Gahr Støre, nýggjur forsætisráðharri.

Nógvir innanhýsis trupulleikar hava verið í Arbeiðaraflokkinum seinastu árini, men teir eru loystir, og samstundis er eitt nýtt ættarlið á veg inn í flokkin.

Jonas Gahr Støre ætlar at skipa stjórn saman við Sosialistiska fólkaflokkinum og Sentrumsflokkinum, og í løtuni bendir nógv á, at teir tríggir flokkarnir fáa meiriluta í stórtinginum, sigur Jógvan Hugo Gardar, tíðindamaður í Oslo.

Stórtingsvalið verður 12. og 13. september.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418