- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta er dreymastjórnin hjá Støre
Jonas Gahr Støre, formaður í norska Arbeiðaraflokkinum, er so smátt farin undir at skipa stjórn eftir stórtingsvalið í gjár.
Hann sigur, at hann fyrrapartin hevur tosað við formannin í Senterflokkinum, Trygve Slagsvold Vedum, og formannin í Sosialistiska Vinstraflokkinum, Audun Lysbakken.
Formaðurin í Arbeiðaraflokkinum sigur, at hann vil hava eina meirilutastjórn við teimum trimum flokkunum. Teir hava tilsamans 88 limir í stórtinginum, og neyðugt er við 86 tinglimum fyri at hava meiriluta.
Vil ikki í samgongu við SV
Stóri trupulleikin hjá Jonas Gahr Støre er, at Senterflokkurin tvíheldur um, at hann ikki vil í samgongu við Sosialistiska Vinstraflokkin, og tað kann gera samráðingarnar torførar.
Jonas Gahr Støre sigur við NRK, at higartil hava partarnir bert umrøtt, hvussu farast skal fram. Og hann sigur seg vænta, at veruligar samráðingar byrja ikki fyrr enn í næstu viku.
Hann sigur, at tað kann taka rúma tíð, til klárt er at skipa eina samgongu, tí flokkarnir eru ósamdir um nógv mál.
Vanligt hevur verið, at nýggj stjórn verður skipað í Noreg um hálvan oktober. Men um tað eisini verður nú, er ikki greitt.
- Vit brúka ta tíð, sum er neyðug til samgongusamráðingarnar, sigur formaðurin í Arbeiðaraflokkinum.
Bæði Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin skulu hava floksfund seinnapartin at umrøða støðuna.
Næstforkvinnan í Senterflokkinum, Marit Arnstad, sigur við NRK, at hon mælir til, at bara Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin skipa stjórn, og so má stjórnin leita sær stuðul frá øðrum flokkum.
Munurin ikki stórur
Næstforkvinnan í Sosialistiska Vinstraflokkinum, Kirsti Bergstø, sigur seg harmast um, at Senterflokkurin bert leggur dent á tað, sum tey og Sosialistiski Vinstriflokkurin eru ósamd um, og ikki á tað, sum flokkarnir kunnu semjast um. Tí munurin er ikki so stórur hóast alt, sigur hon.
Roknað verður við, at sitandi stjórn fer frá fríggjadagin, og so verður tað formaðurin í stórtinginum, sum biður onkran annan skipa stjórn.
Valserfrøðingar siga, at samráðingarnar um nýggja stjórn í Noregi kunnu taka langa tíð, og tað kann henda, at nýggj stjórn ikki verður skipað fyrr enn út ímóti jólum.