Widerøe avlýsti longu á øðrum túrinum

Widerøe avlýsti longu á øðrum túrinum
Líkindini at seta seg í Vágum vóru so vánalig, at flogfarið fór ongantíð úr Bergen
Nýggja rutan hjá Widerøe byrjaði fríggjadagin, men longu í dag varð neyðugt avlýsa ferðina úr Bergen, tí líkindi vóru ikki hjá flogfarinum at seta seg í Vágum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.09.2021 - 14:36

Norska flogfelagið Widerøe avlýsti ferðina úr Bergen í Vágar í dag.

Widerøe fór undir regluliga til Føroya fríggjadagin, og nógv varð gjørt burturúr, nú eitt nýtt flogfelag byrjaði flogrutu millum Bergen og Føroya. 

Men longu á øðrum túrinum til Føroya avlýsti flogfelagið. 

Lina Lindegaard Carlsen, samskiftisfólk í Widerøe, sigur við útvarpið, at tá ið flogfelagið fekk nýggjastu veðurforsøgnirnar úr Føroyum í morgun, valdi flogfelagið at avlýsa ferðina, tí mett varð ikki, at líkindi vóru at seta flogfarið í Vágum. 

Ferðafólkini umbókað

Widerøe-flogfarið skuldi eftir ætlan lenda í Vágum um middagsleitið, kl. fimm minuttir í tólv. Eitt flogfar hjá Atlantic Airways skuldi lenda klokkan trýkorter til 12, og tað setti seg klokkan 11 minuttir í tólv.

Lina Lindegaard Carlsen sigur, at øll ferðafólkini eru umbókað, og tey sleppa úr Bergen við SAS til Keypmannahavnar og síðani til Føroya. Ferðafólkini úr Føroyum fara við SAS til Keypmannahavnar og haðani til Bergen.

Widerøe hevur ikki RNP-útgerðina, sum Atlantic Airways og SAS hava. Henda skipanin ger, flogførini kunnu seta seg, hóast sýnið í Vágum er vánaligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952