Posta skal halda reglurnar

Posta skal halda reglurnar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum svaraði einum spurningi frá tingfólki um ójavna kapping
 
09.09.2021 - 13:56

Posteftirlitið skal syrgja fyri, at Posta kappast á jøvnum føti við aðrar flutningsfyritøkur.

Er illgruni um, at stovnurin ikki ger tað, so kann kærast til Kappingareftirlitið.

Tað segði Jørgen Niclasen í svari til Ruth Vang, sum setti honum ein fyrispurning í gjár um atfinningarnar hjá fleiri privatum fyritøkum móti Posta.

Tað var í summar at 16 feløg gjørdu vart við, at tey hildu Posta í alsamt vaksandi mun kastar seg út í kapping við privatar fyritøkur. 

Jørgen Niclasen segði, at Posta skal halda reglurnar og upplýsti, at Posta ikki hevur fingið almennar pengar, síðani stovnurin varð skipaður sum partafelag í 2005.

Hoyr svarið hjá landsstýrismanninum við at trýsta á pílin undir myndini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655