Landslæknin mælir fólki til at kanna seg tvær ferðir

Landslæknin mælir fólki til at kanna seg tvær ferðir
Eitt fólk, sum var til konsert hjá James Blunt leygarkvøldið, hevur fingið koronu
Lars Fodgaard Møller er landslækni
 
20.09.2021 - 09:09

- Tað eru serliga tey, sum ikki eru koppsett, sum mugu ansa sær og lata seg kanna.

Tað sigur landslæknin, eftir at koronusmitta í gjár var staðfest hjá einum fólki, sum var til konsert hjá James Blunt í høllini á Hálsi leygarkvøldið.

- Enn er ov tíðliga at siga, hvussu álvarsamt hetta kann vera, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, eftir at hann sendi eina fráboðan út til øll tey, sum vóru á konsertini seint seinnapartin í gjár.

Kanna seg tvær ferðir

Landslæknin mælir til, at øll, sum fáa sjúkueyðkenni, lata seg kanna alt fyri eitt. Eisini verður mælt til, at øll, sum ikki eru liðugt koppsett, lata seg kanna bæði mikudagin og fríggjadagin.

Leygardagin vóru annars tilsamans átta nýggir smittutilburðir staðfestir.

Í øllum førum er smittukeldan kend, og øll fólkini eru smittað í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655