Skulu reisa seg ímóti Skotlandi

Skulu reisa seg ímóti Skotlandi
Føroyska landsliðið við kvinnum spælir í annaðkvøld HM-undankappingardyst ímóti Skotlandi. Føroyski liðskiparin væntar ein øðrvísi dyst enn ímóti Spania, tá tað varð stórtap
20.09.2021 - 18:13

Mikukvøldið tapti føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum 10-0 ímóti Spania. 

Í annaðkvøld tekur Skotland ímóti á Hampden Park, og hóast uppgávan er stór eisini hesa ferð, væntar føroyski liðskiparin, Ásla Johannesen, ein øðrvísi dyst.

 - Frá sponskum fótbólti til tann skotska. Her er stórur munur á, sigur liðskiparin.

 - Ímóti Skotlandi kunnu vit kanska vænta eitt sindur meir klassiskt spæl, sum vit kenna betur enn tað spanska, har tær spældu tika-taka ígjøgnum okkum. Vit fingu nóg illa tíð at hyggja upp og orientera okkum. ímóti Skotlandi kunnu vit vænta einfaldari og meir beinleiðis spæl, sigur Ásla Johannesen úr AGF.

Eins og undan dystinum ímóti Spania, verður hugt meir at avrikinum enn at úrslitinum. 

 - Vit eru farnar at hyggja nógv eftir hagtølunum frá undanfarnu dystinum, og har royna vit at betra okkum á serstøkum økjum útfrá tølunum, sigur Ásla Johannesen.

Dysturin ímóti Skotlandi er á Hampden Park kl 19.35 føroyska tíð, og hann kann síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418