Skeljungur atkvøður um at selja Magn

Skeljungur atkvøður um at selja Magn
Miðað verður eftir at gera endaliga avtalu í november við føroyskt smápartafelag, sum skal keypa Magn fyri góðar 600 mió. kr.
Smápartafelagið Orkufelagið hevur samráðingar við Skeljung um at keypa Magn, og gongst sum ætlað, kemur íslendska felagið á føroyskar hendur í heyst.
 
21.09.2021 - 08:28

7. oktober fara partaeigararnir í íslendska oljufelagnum Skeljungi at atkvøða um uppskotið hjá nevndini um at selja dótturfelagið í Føroyum, Magn.

Partaeigarafundurin verður í Reykjavík.

Fyri trimum vikum síðani boðaði Skeljungur íslendska keypsskálanum frá, at føroyska smápartafelagið, Orkufelagið, var í samráðingum um at keypa Magn. 

Einkarrætt at samráðast

Ben Arabo segði við Útvarpið tá, at felagið hevur næstu átta vikurnar fingið einkarrætt at samráðast, men at partarnir longu eru samdir um tey yvirskipaðu viðurskiftini í sambandi við keypið.

Miðað verður eftir, at endaliga avtalan verður klár í november. 

Sambært fráboðanini er keypsprísurin 606 milliónir krónur í okkara peningi.  Við í tí prísinum eru yvirtikin skuld og onnur fíggjarlig viðurskifti.

Partabrøvini verða keypt fyri 493 milliónir krónur í okkara peningi.

Stovnaðu felagið í februar

Ben Arabo, Teitur Nolsøe Poulsen og Tommy Næs Djurhuus stovnaðu 16. februar í ár smápartafelagið Orkufelagið. 

Teitur Nolsøe Poulsen er nevndarformaður, og Ben Arabo er stjóri. 

Endamálið hjá felagnum er at stovna og reka orkukeldur, gera íløgur og annað virksemi í hesum sambandi.

Skeljungur ætlar at selja Magn, tí felagið ætlar at minka oljusøluna og heldur leggja dent á aðrar orkukeldur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815