Noreg góðtekur føroyska koronupassið

Noreg góðtekur føroyska koronupassið
Noreg góðtekur nú koronuváttanir úr Føroyum, Albania, Marokko og Panama, tí koronupassini í londunum eru gjørd eftir krøvum úr ES. Tað boðar norska stjórnin frá
Mynd: Sjúkrahúsverkið  
 
22.09.2021 - 14:21

Tað hevur við sær, at fólk úr londunum sleppa til Noregs, og sleppa undan sóttarhaldi. Tey nýtast heldur ikki at hava negativa test, tá tey koma til Noregs.

Eitt krav er, at koronupassið kann kannast við eini QR-kotu, sum ES nýtir.

Onnur lond eru eisini í ferð við at fáa sær slík koronupass, m.a. Andorra, Ísrael og Monaco, og so skjótt sum ES hevur góðkent tey koronupassini, koma fólk úr teimum londunum undir nýggju norsku skipanina.

Talgilda føroyska koronupassið góðkent av ES-nevndini

Í síðstu viku góðkendi ES-nevndin føroyska koronupassið.
Koronupassið er ókeypis og kann takast niður á www.corona.fo. Á heimasíðuni fært tú eisini vegleiðing um, hvussu tú tekur passið niður.

Tað er Sjúkrahúsverkið, sum í samstarvi við Smyril Line, Talgildu Føroyar og Klintra, sum hevur staðið fyri at menna talgilda føroyska koronupassið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375