Nýggjur deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni

Nýggjur deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni
Pól Rosenmeyer Wolles tekur við starvinum 1. november
Pól Rosenmeyer Wolles er nýggjur deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni.
 
29.09.2021 - 14:00

Pól Rosenmeyer Wolles er settur sum nýggjur deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni.

Nýggi deildarstjórin fer at standa á odda fyri toyminum, sum í gerandisdegnum er kring løgmann, upplýsir Løgmansskrivstovan.

Millum høvuðsuppgávurnar er at hava yvirskipaðu ábyrgdina av kunning, samskifti og ritarapartinum. Eisini hevur deildarstjórin ábyrgdina av at samskipa landsstýrisfundir og samgongufundir.

Pól Rosenmeyer Wolles er útbúgvin stjórnmálafrøðingur, og hann hevur síðani 2015 arbeitt í danska verjumálaráðnum og danska uttanríkisráðnum.

Hann byrjar í starvinum tann 1. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011