KÍ kann gerast føroyameistari

KÍ kann gerast føroyameistari
Um KÍ vinnur á B36 í Gundadali í dag, tryggja tær bláu sær sítt triðja føroyameistaraheitið á rað í Betri-deildini við kvinnum
KÍ kann vinna sítt triðja FM-heiti á rað í dag
 
10.10.2021 - 14:52

KÍ kann gerast føroyameistari í Betri-deildini við kvinnum í dag.

Um tær bláu vinna á B36 í Gundadali, vinna tær sítt triðja meistaraheiti á rað í bestu deildini. 

Tær kunnu eisini vinna FM, uttan at vinna dagsins dyst. Tí um EBS/Skála missir stig á heimavølli ímóti Víkingi, fer meistaraheitið eisini til Klaksvíkar.

Ein dystur varð spældur í gjár. Hann var inni í Dal á Sandi, har AB/B71 fekk síni fyrstu stig í ár, tá tær vunnu 2-1 á HB.

20 umfar:
07 Vestur-NSÍ
B36-KÍ
EBS/Skála-Víkingur

Stigatalvan
1. KÍ 43 stig
2. EBS/Skála 38 stig
3. NSÍ 36 stig
4. Víkingur 32 stig
5. HB 30 stig
6. B36 26 stig
7. 07 Vestur 12 stig
8. AB/B71 3 stig

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244