Útlánini vuksu 1,7 mia. kr.

Útlánini vuksu 1,7 mia. kr.
Serliga útlánini til tænastuvinnurnar vuksu nógv frá juni í fjør til juni í ár
Verða útlánini frá donskum fíggjarstovnum til føroyingar tald við, er útlánsvøksturin 8,2 prosent.
 
13.10.2021 - 11:35

Útlánini vuksu við 900 mió. kr. í juni í ár samanborið við í fjør. Vøksturin er 5,8 prosent, skrivar Landsbankin. 

Verða útlánini frá donskum fíggjarstovnum til føroyingar tald við, er útlánsvøksturin 8,2 prosent . Í krónum eru samlaðu útlánini vaksin 1,7 mia. kr. frá juni 2020 til juni 2021.

Vøksturin í útlánunum minkaði annars frá ársbyrjan 2019 til ársbyrjan 2020. Útlánsvøksturin lá um 0 prosent í fyrru helvt av 2020.

Gisti- og matstovuvinnan lænir nógv

Tað eru serliga útlán til tænastuvinnurnar, sum eru vaksin nógv. Úr 4,5 mia. í juni 2020  upp í 5,2 mia. í juni ár, ella 700 mió. kr. Vøksturin er 16 prosent.

 Tað eru útlán til gisti- og matstovuvinnuna, umframt fastogn og flutning, sum toga vøksturin í útlánunum upp.

Tá ið talan er um almenna geiran, eru útlánini til kommunurnar vaksin nógv. Frá at vera góða milliard í juni 2020 eru útlánini vaksin upp í 1,2 mia. kr. í juni ár. Vøksturin er 20 prosent, skrivar Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234