VIDEO: Einabúgvin Mikkjal

VIDEO: Einabúgvin Mikkjal
85 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur búð einsamallur á oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi í 56 ár
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
28.10.2021 - 21:00

Í 56 ár hevur Mikkjal Sørensen verið einabúgvi á oynni Kingitoq, sum er fimm fjórðingar norðanfyri Qaqortoq í Suðurgrønlandi. 

Hann er eitt náttúrumenniskja burturav. Hevur verið útróðrarmaður og havt seyð

Mikkjal er nú 85 ár, og hann siglir sjálvur við jollu umleið 14. hvønn dag inn til Qaqortoq eftir brennievni og øðrum neyðugum. 

 

Mikkjal er einabarn

Mikkjal Sørensen er ættaður av Viðareiði. Hann var einabarn, fór til Grønlands í 1963 og hevur ongantíð verið aftur í Føroyum

Føroyska bátin hevði Mikkjal við sær úr Føroyum og róði út við honum har yviri tey fyrstu mongu árini

Mikkjal hevur lurtað nógv eftir radio, men hann hevur hvørki telefon- ella teldusamband. 

 

HOYR VIÐ TÓRÐI Á TÚRI-SENDINGIN UM MIKKJAL SØRENSEN.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. juli
Morgunlestur mikudagur 30. juli 2025
194901
Týsdag 29. juli
Ringreiðin
195039
Týsdag 29. juli
Ólavsøka í Studio 4
195035
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudag
195038
Týsdag 29. juli
Tingið verður sett
195033
Týsdag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
195031
Mánadag 28. juli
Á Ólavsøku 2025
195019
Mánadag 28. juli
Ólavsøkan verður sett 2025
195018