Royndi bara í fýra dagar

Royndi bara í fýra dagar
Melkart 2 fiskaði 89 tons í føroyskum sjógvi
Melkart 2.
 
29.07.2025 - 10:19

Russiski trolarin Melkart 2 er nú komin til Murmansk.

Hann fiskaði bara í fýra dagar í føroyskum sjógvi.

Trolarin boðaði Vørn frá, at hann hevði 89 tons, 84 tons av makreli og fimm tons av sild, tá hann fór av fiskileið.

Melkart 2 kom til Ánirnar seinnapartin 15. juli at bunkra og proviantera.

Tveir dagar seinni fór hann til fiskiskap eystan fyri Føroyar.

Og har royndi hann bara í fýra dagar, og er nú í Murmansk.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558