81 smittað við koronu í gjár

81 smittað við koronu í gjár
81 tilburðir av koronasmittu vórðu staðfestir í gjár
Mynd: Savn  
 
29.10.2021 - 18:20

81 tilburðir av koronasmittu vóru staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Smittutilburðirnir eru sambært landslæknanum kring alt landið, men stórsti parturin er tó framvegis í Klaksvík og norðoyggjum.

3484 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið

26 fólk eru vorðin frísk seinasta samdøgrið, og tí eru tað í løtuni 634 fólk smittað.

Fýra fólk eru innløgd við koronasmittu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442