- Tíðindi, mentan og ítróttur
Næmingar í norðuratlantssamstarvi fáa útbúgvingarstuðul

Nú kunnu næmingar, sum taka gymnasiala miðnámsútbúgving, ígjøgnum norðuratlantiska samstarvið fáa útbúgvingarstuðul.
Jenis av Rana, landstýrismaður í mentamálum, hevur broytt kunngerðingina um lestrarstuðul.
Við broytinginini verða føroyskir næmingar, sum velja henda útbúgvingarmøguleika, javnsettir við næmingar, sum velja vanligan miðnámsskúla í Føroyum.
Miðnám á Kambsdali hevur seinastu árini luttikið í einum norðuratlantiskum samstarvi, sum inniber, at ein flokkur er stovnaður, har føroyskir næmingar luttaka saman við næmingum úr Danmark, Grønlandi og Íslandi. Skúlagongdin er skipað soleiðis, at næmingarnir skifta ímillum at ganga í skúla í hesum londunum, og ganga hálvt ár í skúla á Kambsdali.
Eisini er tað broytt, at næmingar á háskúlum og eftirskúlum nú kunnu ferðast ókeypis til og frá skúla við Strandfarðaskipum Landsins, og ásetta kilometratalið fyri farleið millum heimabústað og skúla, sum er treyt fyri, at næmingar undir 18 ár kunnu fáa vistarhaldsstuðul, lækka úr 50 km niður í 35 km.



























