Varastjórin: Støðan er ikki hættislig

01.11.2021 - 13:35
Innlendis›Heilsa
Varastjórin: Støðan er ikki hættislig
Landssjúkrahúsið er ført fyri at taka ímóti fleiri koronusjúklingum, men tað kann sum frá líður ávirka aðrar viðgerðir
Í løtuni liggja sjey fólk á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum, men støðan er ikki hættislig, sigur Tummas í Garði, varastjóri.

Hóast koronusmittan í Føroyum setur evropeiskt met, er støðan á Landssjúkrahúsinum ikki hættislig í løtuni.

Tað sigur Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri.

Eingin av teimum, sum eru løgd inn á koronudeildina, hava tørv á andingartóli.

Tummas í Garði sigur, at Landssjúkrahúsið er ført fyri at taka ímóti fleiri koronusjúklingum, men tað kann hava við sær, at viðgerðin av øðrum sjúkum verður útsett.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101