Næmingar á Miðnámi á Kambsdali mótmæla koronuhandfaringini

Næmingar á Miðnámi á Kambsdali mótmæla koronuhandfaringini
"Tað gevur ikki meining at krevja, at vit ikki skulu møtast uttan fyri skúlan, tá vit skulu sita saman í skúlanum," siga næmingar á Miðnámi í Kambsdali, ið streyka
Tey ungu á Miðnámi á Kambsdali eru ónøgd við handfaringina av koronustøðuni
 
08.11.2021 - 08:10

Í einum videobroti gera næmingar á Miðnámi á Kambsdali vart við, at teir eru ónøgdir við, hvussu myndugleikarnir handfara koronustøðuna í løtuni. 

 

NAMINGAR_MOTMALA

 

Sum skilst, so ætla fleiri næmingar ikki at møta upp í skúla í dag, fyri at vísa sína ónøgd við koronuhandfaringina. 

Tað er serliga tann sannroynd, at tey ungu verða løgd undir at breiða smittuna út, tí tey møtast í sosialum samanhangum uttan fyri skúlan, ið hevur fingið øði í tey ungu. 

"Myndugleikarnir eru dupultmoralskir," verður millum annað sagt, "tí samstundis sum vit ungu verða biðin um ikki at savnast uttan fyri skúlan, verða vit tvingað saman í skúlanum." 

Átøkini, ið eru gjørd á skúlanum í Kambsdali, fyri at umganga, at smittan breiðir seg, geva onga meining, siga tey, tí allir næmingar hava valfak, sum blanda næmingar úr ymsum flokkum saman. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065