Avstralia fer at høgga kol í nógv ár aftrat

Avstralia fer at høgga kol í nógv ár aftrat
Umleið 300.000 fólk í Avstralia arbeiða í kolavinnuni, sum hevur stóran búskaparligan týdning fyri landið
Avstralski ráðharrin sigur, at Avstralia hevur heimsins besta kol, og tí verður marknaður fyri kolinum í nógv ár aftrat.
 
08.11.2021 - 09:29

Avstralia fer at høgga, selja og útflyta kol og í nógv ár aftrat.

Tað sigur avstralski ráðharrin í vatni og náttúruríkidømi, Keith Pitt, við ABC News.

Boðini koma eftir, at Avstralia á COP-26 ráðstevnuni ikki vildi binda seg til at gevast við at bróta og nýta kol í nógv ár aftrat.

Meir enn 40 lond skrivaðu undir avtaluna um at minka um kolanýtsluna, fyri at bøta um veðurlagið.

Trý lond vildu ikki skriva undir, Kina, USA og Avstralia, hóast londini nýta nógv kol.

Reinasta kol í heiminum 

- Vit hava verið greið í okkara boðum, og tað er, at vit fara hvørki at gevast við at bróta kol, ella at nýta orkuverk, sum nýta kol, sigur avstralski ráðharrin, Keith Pitt.

Hann vísir á, at kolið úr Avstralia er tað besta og reinasta í heiminum. Og av tí sama verður marknaður fyri kolinum í nógv ár aftrat, sigur hann.

Fara vit ikki at bróta og selja kol, so fer onkur annar at gera tað, sigur ráðharrin.

300.000 fólk í kolavinnuni

Sambært Keith Pitt, starvast 300.000 fólk í Avstralia í kolavinnuni, sum hevur stóran búskaparligan týdning fyri landið.

Stjórnin í Avstralia boðaði í oktober frá, at landið verður CO-2 neutralt fyri 2050. Nógv lond siga seg ivast í tí, um ikki nógv betri tøkni verður fingin til vega, og tað er tað, sum avstralska stjórnin setur sítt álit á, skrivar AFP-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847