Hybridbilar skulu ikki sleppa undan avgjaldi

10.11.2021 - 15:12
Innlendis›Politikkur
Hybridbilar skulu ikki sleppa undan avgjaldi
Bjarni Kárason Petersen í Framsókn mælir í staðin til at leingja tíðina, sum elbilar sleppa undan at rinda avgjald
Hybridbilar og plugin-hybridbilar skulu hava somu avgjaldssømdir sum elbilar, heldur Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður.

Løgtingið viðgjørdi í gjár eitt uppskot frá Bjarna Kárason Petersen í Framsókn um, at hybridbilar og plugin-hybridbilar skulu ikki longur sleppa undan avgjaldi á sama hátt sum elbilar, tí hybridbilar dálka munandi meir.

Uppskotið er farið í fíggjarnevndina.

Bjarni Kárason Petersen mælir í staðin til at leingja tíðina, sum elbilar sleppa undan avgjaldi.

Tað var í februar, at løgtingið samtykti at javnseta elbilar, hybridbilar og plugin-hybridbilar.

Hoyr Bjarna Kárason Petersen í útvarpstíðindunum.

Bjarni Kárason Petersen er løgtingsmaður fyri Framsókn. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715