Biðja um 11 milliónir aftrat til fyritíðarpensjón

Biðja um 11 milliónir aftrat til fyritíðarpensjón
Fleiri fáa hægstu fyritíðarpensjón nú, og Almannaverkið væntar, at fyritíðarpensjónin fer at kosta 292 mió. kr. í ár
Fimta hvørt fólk, sum fær hægstu fyritíðarpensjón, kemur frá arbeiðsfremjandi tiltaki, sigur Almannaverkið.
 
12.11.2021 - 08:21

Fleiri fólk fáa nú hægstu fyritíðarpensjón, og vøksturin heldur væntandi fram.

Tað hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá Almannaverkinum.

Fimta hvørt fólk, sum fær hægstu fyritíðarpensjón, kemur frá arbeiðsfremjandi tiltaki. 

Neyðugt er tí at søkja um eykajáttan til fyritíðarpensjón, 11,2 mió. kr. í ár.

1882 fáa fyritíðarpensjón

Í september í 2017 fingu 946 fólk hægstu fyritíðarpensjón. Tey vóru 1264 í september í ár. 

Tilsamans fingu 1799 fólk fyritíðarpensjón í september 2017 og 1882 í september í ár.

Færri fáa nú miðal fyritíðarpensjón ella lægstu fyritíðarpensjón. Talið er støðugt lækkað seinastu fimm árini.

Almannaverkið væntar, at fyritíðarpensjónin, sum í ár kostar 282,2 mió. kr., fer at kosta 375,4 milliónir í 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037