Krevja koronupass í Svøríki 1. desember

Krevja koronupass í Svøríki 1. desember
Passið verður kravt, har fleiri enn 100 fólk koma saman, tó ikki á matstovum, í handlum og skúlum.
Lena Hallengren, heilsumálaráðharri, kunngjørdi ætlanina um koronupassið á tíðindafundi seinnapartin.
Mynd: RitzauScanpix  
 
17.11.2021 - 16:13

Svøríki fer at krevja koronupass 1. desember, upplýsti Lena Hallengren, heilsumálaráðharri, á tíðindafundi seinnapartin.

Orsøkin er, at smittan er farin at breiða seg í landinum, og tey, sum ikki eru koppsett, eru í størri vanda fyri at smitta onnur, sigur heilsumálaráðharrin.

Kravið um at vísa koronupass verður galdandi fyri tiltøk, har fleiri enn 100 fólk koma saman, eitt nú ítróttartiltøk, sjónleikaframførslur og biografsýningar.

Matstovur sleppa undan

Einki krav verður um at vísa koronupass á matstovum, har eingin dansur er. Og heldur einki krav er um at vísa koronupass í handlum, skúlum og almennu ferðsluni.

Heilsumyndugleikarnir siga, at roknast kann við, at koronusmittan fer at breiða seg í Svøríki. Teir vísa m.a. til gongdina í Hollandi, Eysturríki og Danmark seinastu tíðina, har smittan er vaksin nógv seinastu tíðina, serliga millum tey, sum ikki er koppsett.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949