Øll yvir 18 fáa nú bjóðað triðja prikið

bannari
Øll yvir 18 fáa nú bjóðað triðja prikið
Einasta treytin er, at tað í minsta lagi eru gingnir seks mánaðir síðani aðru koppseting
Savnsmynd
 
19.11.2021 - 17:11

Øll, sum eru 18 ár og eldri, og sum eru fevnd av kunngerðini, kunnu nú fáa triðja prikið.

Einasta treytin er, at tað í minsta lagi eru gingnir seks mánaðir síðani aðru koppseting.

Av tøkniligum orsøkum noyðast tey, sum skulu hava triðja prikið, í fyrstu syftu brúka tilboðini um støkk-inn-koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Við hesum er tíðarskeiðið millum prikini eitt sindur stytt, og tað merkir, at tey flestu mugu bíða til næsta ár at fáa triðja prikið, tí tey hava fingið aðru koppseting í summar ella seinni.

Sambært landsapotekaranum er nóg mikið av koppingarevni í landinum at nøkta allan tørvin á koppseting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928