Triðja hvør kvinna kring heimin fyri harðskapi

Triðja hvør kvinna kring heimin fyri harðskapi
Hvussu er at vera fyri harðskapi? Tað hava fleiri kvinnur greitt Kvinnuhúsinum frá. Vit hava fingið ungfólk á Glasi at lesa nakrar av navnleysu søgunum.
25.11.2021 - 19:54

Í dag er Altjóða dagur ímóti harðskapi ímóti kvinnum. Kanningar vísa, at triðjahvør kvinna kring heimin, hevur verið fyri harðskapi, antin likamligum, kynsligum ella sálarligum.

Í sambandi við Altjóða dagin ímóti harðskapi ímóti kvinnum, skipaði Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty og Almannamálaráðið fyri tiltakið, sum varpar ljós á evni. Tiltakið í Smæruni í Havn var karmur um framløgur og pallborðskjak.

Eitt aktuelt evni, tá tosað verður um harðskap ímóti kvinnum, er neyðtøkulógin. Seinastu árini eru fleiri lond farin frá tvingsilsgrundaðari neyðtøkulóg til samtykkigrundaða neyðtøkulóg.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, arbeiðir í løtuni við at fyrireika broytingar í revsilógini, so at eitt nú neyðtøkuásetingin skal vera samtykkisgrundað. Altjóða trýst er lagt á Føroyar seinastu árini, frá millum annað CEDAW, sum er nevnd undir ST. Mælt verður til at Føroyar seta í gildi samtykkilóg og at myndugleikarnir tryggja hagtøl og vitan um harðskap móti kvinnum og gentum.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659