30 prosent fleiri ferðafólk um flogvøllin í ár

30 prosent fleiri ferðafólk um flogvøllin í ár
Í november komu og fóru 21.223 ferðafólk
Ferðafólkatalið í Vágum veksur aftur, men enn er nakað eftir at koma á sama stig sum í 2019.
 
03.12.2021 - 11:56

Enn er flogferðslan ikki komin á sama stig, sum hon var á í 2019, men hon er nógv betri nú, enn hon var í fjør.

Til 1.desember í ár eru 45 prosent færri ferðafólk enn somu tíð í 2019.

Men tey eru 29,4 prosent fleiri enn í fjør.

Í november vóru ferðafólkini í Vágum 21.223. Tey vóru 8.381 í november í fjør.

Men í november í 2019 vóru tey 24.886. 

Í november plaga ferðafólkini at vera fá, men november í 2019 var óvanligur í so máta.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065