Semja gjørd um Skálafjarðartunnilin

bannari
Semja gjørd um Skálafjarðartunnilin
Kári P. Højgaard sigur, at antin gera privat tunnilin, ella verður hann als ikki gjørdur
Samráðingarnar um Skálafjarðartunnilin eru lidnar, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, í svar til formenninar í stóru andstøðuflokkunum, Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen.
 
03.07.2013 - 14:00
Semja er millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners um einkarrættin til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.  
 
Samráðingarnar eru lidnar, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, í svar til formenninar í stóru andstøðuflokkunum, Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen.  
 
Málið kemur í løgtingið á ólavsøku. 
 
Hægri renta
 
Kári P. Højgaard viðgongur í svarinum, at eitt privat felag rindar hægri rentu enn landið hevði gjørt, um tað skuldi bygt og átt tunnilin.Men hann sigur eisini, at óvist er, um landið kann læna til eina so stóra byggiverkætlan fyri somu rentu, sum landskassin annars lænir fyri.
 
Landsbankin ávaraði um, at ein tílík lántøka fer at ávirka ratingina hjá Føroyum hjá Moodys til tað verra. Tað hevði tó borið til at latið privat gjørt tunnilin nógv bíligari, um landið kundi tryggjað teimum eina ávísa minstu ferðslu. 
 
Hesin møguleiki er ikki í lógaruppskotinum, sum landsstýrismaðurin hevur arbeitt eftir. Og politisk undirtøka er ikki fyri, at tað almenna skal bera váða, sigur Kári P. Højgaard.  
 
Ikki í løgukarminum 
 
Hann sigur, at pláss er ikki fyri tunlinum í løgukarminum hjá landinum. Landið hevði onga aðra íløgu kunnað gjørt næstu fýra til fimm árini.  Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum er púra greið: antin gera privat Skálafjarðartunnilin, ella verður hann als ikki gjørdur.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285