Snowden vil eisini sleppa til Noregs

Snowden vil eisini sleppa til Noregs
Amerikanski njósnari, Edward Snowden, hevur biðið um friðskjól í 20 londum. Hann heldur framvegis til í floghavnini í Moskva
Edward Snowdon hevur biðið um friðskjól, m.a. Íslandi og Noregi.

02.07.2013 - 15:57

Eftirlýsti njósnarin, Edward Snowden, hevur biðið um friðskjól í 20 londum,  millum annað í Íslandi, Noregi og Finnlandi.

Tað skirvar Wikileaks.

Íslendska sendistovan í Moskva fekk í gjár umbøn um friðskjól sendandi frá Snowden, og umsóknin varð send víðari til íslendska uttanríkisráðið.

Men í Íslandi hava tey ongan skund. Sambært íslendska Ríkisútvarpinum, kemur umsóknin frá Snowden inn í røðina, saman við øllum hinum umsóknunum. Og hon verður avgreidd, tá hon eigur tørn.

Norska uttanríkisráðið hevur váttað fyri Ritazau-tíðindastovuni, at fyrrverandi amerikanski fregnartænastumaðurin hevur sent teimum umsókn í faxi frá norsku sendistovuni í Moskva.

Umbønin ógildug

Men umsóknin er helst ógildug, tí sambært norskari lóg, skalt tú verða staddir í  Noregi ella við norska markið, ætlar tú skalt søkja um friðskjól, skrivar Norska kringvarpið.

Myndugleikarnir í Finnlandi vátta eisini, at teir hava fingið umbørn um friðskjól frá Edward Snowden. Og her eru somu lógir sum í Noregi galdandi fyri friðskjól. Slíkar lógir eru somuleiðis galdandi í Spania, Eysturríki og Póllandi, har Snowden eisini hevur søkt um friðskjól.

Snowden hevur eisini biðið um friðskjól í Kina, Fraklandi og Venesuela.  Hann er framvegis í ongamannalandi, á altjóða flogvøllinum í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763