Framskunda triðja prik í Danmark

Framskunda triðja prik í Danmark
Í dag kunnu 40 ára gomul og eldri verða koppsett aftur hálvan fimta mánað eftir annað prik
Søren Brostrøm er stjóri á danska Serumstovninum, sum nú mælir til at framskunda triðju koppsetingina fyri koronu.
Mynd: RitzauScanpix  
 
13.12.2021 - 11:08

Triðja prikið fyri koronu verður nú framskundað í Danmark. 

Tað kunngjørdi danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke í gjár.

Tað merkir, at í dag kunnu tey, sum eru yvir 40 ár, fáa triðja prikið fýra og ein hálvan mánað eftir annað prikið.

Sambært góðkenningini frá evropeiska heilivágsstovninum, EMA, av koronuvaksinunii verður mælt til, at triðja prikið ikki verður givið fyrr enn hálvt ár eftir annað prik. 

Ráðiligt at framskunda

Men tað er ráðiligt at framskunda triðja prikið, sigur stjórin á danska Serumstovninum, Søren Brostrøm, sambært danska kringvarpinum.

- Vit hava gjørt eina vælgrundaða meting um koppingarevnið, og hava hugt at royndunum í øðrum londum, har tey hava koppsett aftur, áðrenn eitt hálvt er runnið.

Haraftrat hava vit hugt at fyribilstølum um omikron-frábrigdið, og vit síggja, at triða prikið verjir væl fyri álvarsamari sjúku. Tí noyðast vit at taka eitt tak longu nú, tí omikron breiðir seg so skjótt, sigur Søren Brostrøm.

40 ára gomul í størri vanda

Sambært Serumstovninum, eru tað serliga tey yvir 40, sum eru í størri vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av koronu, og tí er neyðugt at fleiri eru mótstøðufør. 

Serumstovnurin upplýsir, at mótstøðuførið móti koronu minkar so líðandi, serliga fýra til seks mánaðir eftir koppseting.

Fýra og ein hálvur mánaður verður roknaðir sum 20 vikur, ella 140 dagar eftir aðru koppseting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847