Støjberg ikki bærilig at vera limur í Fólkatinginum

Støjberg ikki bærilig at vera limur í Fólkatinginum
Líkt er til, at Inger Støjberg verður tveitt úr Fólkatinginum týsdagin
Dagarnir hjá Inger Støjberg sum fólkatingslimur tykjast taldir
Mynd: Savnsmynd  
 
15.12.2021 - 16:38

Inger Støjberg verður eftir øllum at døma atkvødd úr Fólkatinginum.

Tað er greitt eftir Eindarlistin hevur kunngjørt, at tey ikki halda, at fyrrverandi ráðharrin í útlendingamálum kann halda fram sum fólkatingslimur.

Og tí er nú greitt, at meiriluti er fyri at taka valbarði frá Inger Støjberg. 

Mánadagin varð Inger Støjberg dømd 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava brotið lógina um ráharraábyrgd, tá hon sum útlendingaráðharri gav boð um at skilja flóttafólk, sum vóru pør, sundur, tí annar parturin var yngri enn 18 ár.

Fyrr í dag kunngjørdi fyrrverandi flokkurin hjá Inger Støjberg, Vinsti, at tey ikki halda, at Støjberg kann halda fram sum limur í Fólkatinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Leygardag 15. februar
Upp á tá - 140225
187806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. februar
Hondbóltur: H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639