- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fátækramarkið útsett

Arbeiðið at finna eitt føroyskt fátækramark
er útsett. Annika Olsen,
landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at arbeiðsbólkurin hevur havt ov stutta
tíð at gera arbeiðið.

Hetta sigur honum í svari, eftir
at Jenis av Rana, løgtingsmaður, reisti spurningin.

Nevndin fekk, sum skilst, ov
stutta tíð til at kanna alt tað, sum hon skal kanna, fyri at kunna koma við
uppskoti um fátækramark.

Rúgvismikið

Talan er um eitt rúgvusmikið og
trupult arbeiði og til samanberingar kann nevnast, at danska nevndin, sum eftir
ætlan skuldi koma við sínum tilmæli í mars, kom við sínum tilmæli nú í juni,
sigur landsstýriskvinnan.

Í
Danmark siga serfrøðingarnir, at fólk eru fátæk, tá tey í trý ár á rað hava
livað fyri minni enn 103 túsund og 200 kr. um árið eftir skatt. Tað er so
uppskotið um fátækramark í Danmark.