Aksel við Beinir: "Brúka lyklarnar til Tinganes at halda dyrnar opnar"

Aksel við Beinir: "Brúka lyklarnar til Tinganes at halda dyrnar opnar"
Valdið skifti í dag hendur úti í Tinganesi, og tað gjørdu lyklarnir til Tinganes eisini, tá Aksel V. Johannesen handaði bróðursoninum, Beinir Johannesen, teir
Bjarni Árting Rubeksen
13.04.2026 - 14:51

"Eg haldi meg vita, at tú kemur av góðari ætt," segði Aksel V. Johannesen, fyrrverandi løgmaður, skemtandi, tá hann handaði bróðursoninum, Beinir Johannesen, løgmanni, lyklarnar til Tinganes. 

"Orðafellið sigur, at gott er at hava keisaran til móðurbróður. Eg haldi, at í dag kann eg siga, at gott er at hava bróðursonin sum løgmann."

Aksel V. Johannesen byrjaði við at takka fráfarandi landsstýrisfólkunum fyri arbeiðið, áðrenn hann handaði bróðursoninum lyklarnar til Tinganes. 

"Lyklarnir kunnu brúkast til at læsa við og at lata upp við. Mítt ráð til tín vil vera at brúka lyklarnar at lata upp við heldur enn at læsa onkran úti við."

Beinir Johannesen, løgmaður, takkaði Akseli V. Johannesen fyri hansara tíð sum løgmaður, og hann fegnaðist um, at Aksel V. Johannesen nú verður partur av landsstýrinum. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576