Bárður á Lakjuni: "Eg brenni fyri sernámsøkinum og vóni at kunna lyfta tað"

Bárður á Lakjuni: "Eg brenni fyri sernámsøkinum og vóni at kunna lyfta tað"
"Tað vera ikki allir dagar sum hesin, tí eg veit, at tað liggur nógv arbeiði og bíðar eftir mær," segði Bárður á Lakjuni, nýggjur landsstýrismaðurin í mentamálinum
Bjarni Árting Rubeksen
13.04.2026 - 14:53

Bárður á Lakjuni kennir nógv væl til politiska lívið, bæði á egnum kroppi, men eisini gjøgnum pápan, Jógvan, til at vita, at tað verður eitt tungt tak at vera landsstýrismaður í mentamálum. 

"Ráðið eitur mentamál, men har er útbúgving, mentan og kirkja, men harundir er alt møguligt."

Spurdur, hvussu tað kendist at vera landsstýrismaður í mentamálum, svaraði Bárður á Lakjuni:

"Nú havi eg bara verið landsstýrismaður í ein hálvan tíma, og eg veit, at allir hálvir tímar vera ikki sum hesin, og eg ivist ikki í, at tað liggur nógv arbeiði og bíðar úti í ráðnum."

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, nevndi ítøkiliga sernámsøkið sum nakað, ið hann ætlar sær at leggja nógva orku í. 

"Eg brenni fyri sernámsøkinum og vóni at kunna lyfta tað."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744