Seks fjølmiðlar hava fingið miðlastuðul

Seks fjølmiðlar hava fingið miðlastuðul
Stuðulin er úr góðum 182.00 kr., sum VP.fo fekk, upp í 606.479 krónur, sum Sosialurin fekk
Seks miðlar fingið stuðul
Mynd: Savnsmynd  
 
20.12.2021 - 07:43

Seks fjølmiðlar hava fingið miðlastuðul fyri 2021. 

Sjey umsóknir vóru í ár, ein færri enn í fjør. 

Stuðulin er úr góðum 182.00 kr., sum VP.fo, fekk, upp í 606.479 krónur, sum Sosialurin fekk.

Hini, sum fingu, eru Portal.fo, Dimmalætting, Norðlýsið og FM1.

 

Tvær mió. kr. 

Játtanin til miðlastuðul er tvær milliónir krónur.

Stuðulin verður latin sum føst grundupphædd, sum er 40 prosent av teimum tveimum milliónunum, býtt javnt millum umsøkjararnar, sum lúka treytirnar.

Hini 60 prosentini eru latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri, í hesum førinum í 2020.

Miðlastuðulin kann í mesta lagi vera 40 prosent av skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri.

Í fjør eru lønirnar hjá teimum seks miðlunum, sum hava fingið stuðul játtaðan, minkaðar úr 21,5 í 2019 til 20,1 mió. kr.

 

Miðil Upphædd (kr.)
Sosialurin                                       606.478,77 
Portal.fo 365.616,23 
Dimmalætting  349.370,30 
Norðlýsið 269.107,19 
FM1  226.485,76
VP.fo 182.941,76


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489