Lítil áhugi at garva skinn

Lítil áhugi at garva skinn
Bara ein umsókn kom til Búnaðarstovuna, tá ið møguleiki var at søkja um pening til at stuðla garving av føroyskum seyðaskinnum.
Roynt verður at umganga, at seyðaskinnini verða brend
Mynd: Savnsmynd  
 
23.12.2021 - 16:07

Í fíggjarlógini fyri í ár eru játtaðar 300 túsund krónur til endamálið. 

Játtanin kom á fíggjarlógina í 2020 og skal tryggja, at føroysk seyðaskinn koma til høldar og ikki verða brend á brennistøðunum. 

Stuðul verður veittur sum endurgjald fyri djóralæknakanningar og -váttanir og fyri flutning í sambandi við, at skinnini skulu garvast.

 

Oikos átti umsóknina

Oikos í Vágum hevur í fleiri ár tikið móti skinnum, og tað gjørdu tey eisini í heyst. Felagið átti aftur í ár umsóknina.

Sigurd Nordendal, ein av eigarunum, sigur, at marknaðurin er minkaður og broyttur, og tí hava tey bara tikið ímóti so nógvum skinnum, sum tey sleppa av við. 

Í løtuni er bara eftirspurningur eftir skinnum í ymiskum litum, og tí hava tey verið noydd at sleppa sær av við flestu hvítu skinnini.

Tróndur G. Leivsson, stjóri í Búnaðarstovuni, sigur, at umsøkjari fær svar, tá ið nakrar vikur eru farnar av næsta ári.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011