Kommuna bjóðar fólkapensjónistum reingerð

Kommuna bjóðar fólkapensjónistum reingerð
Reingerðartænastan 67+ eitur nýggja tænastan hjá Vágs kommunu, sum byrjar á nýggjárinum
Í næstu viku fáa fólkapensjónistar í Vági bræv frá kommununi.
 
25.12.2021 - 16:10

Reingerðartænastan 67+ eitur nýggja tænastan hjá Vágs kommunu, sum byrjar á nýggjárinum.

Øll, sum eru 67 ár ella eldri, og búgva í Vágs kommunu fáa í næsta viku ein brævbjálva við tilboðnum um reingerð.

Talan er um sokallaða viðlíkahaldsreingerð, dustsúgving og gólvvask og baðirúm verða eisini vaskað. 

Høvuðsreingerð, uppogniðurvask, er ikki við í tænastuni

Reingerðartænastan kann veitast í stutt ella langt tíðarskeið og í fyrsta umfari alt 2022. 

Kommunan rindar ein part

Kostnaðurin er býttur millum fólk, sum fáa tænastuna, og Vágs kommunu.

Tá kommunan hevur goldið sín part, er kostnaðurin fyri tveir tímar 265 kr. 

Til ber at fáa gjørt reint triðju hvørja viku. 

Reingerðarfyritøkur í Vági veita tænastuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744