Bara 63 prosent av makrelkvotuni er fiskað

26.12.2021 - 15:00
Innlendis
Bara 63 prosent av makrelkvotuni er fiskað
Føroyingar hava í ár bara megnað at fiskað 63 prosent at makrelkvotuni, ið er ásett í ár. 105.000 tons av 167.000 tonsum.
Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur á Havstovuni

At eingin avtala var gjørd við Bretland um fiskiskap, hevur gjørt, at ikki meir er fiskað, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur á Havstovuni.

Í summar gjørdu Føroyar og Norra avtalu um, at Føroyar kundu fiska helmingin av føroysku makrelkvotuni í ár í norskum sjógvi. Talan var um 83.500 tons.

Og Noreg fekk rætt til at fiska somu nøgd í føroyskum sjógvi. 

Men vit megnaðu bara at fiska 105.000 tons tilsamans. 36.000 eru fiskað í føroyskum sjógvi, 28.000 í norskum sjógvi og 42.000 í altjóða sjógvi.

Í fjør var føroyska kvotan 107.000 tons, men í ár ásettu vit okkum eina kvotu upp á 167.000 tons, og tað var væl meir enn ICES og Havstovan tilmæltu.

At kvotan ikki er uppfiskað, ger at Føroyar nú standa í eini keðiligari samráðingarstøðu, heldur Jan Arge Jacobsen.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037