Gunnhildur Fríða skrivaði íslendska søgu

Gunnhildur Fríða skrivaði íslendska søgu
Gunn­hild­ur Fríða Hall­gríms­dótt­ir er 19 ár og átta mánaðir gomul og harvið yngsta fólk, sum hevur sitið í Altinginum
Gunnhildur Fríða Hjallgrímsdóttir skrivaði søgu, tá hon tók sæti í Altinginum
 
27.12.2021 - 15:28

Gunn­hild­ur Fríða Hall­gríms­dótt­ir skrivaði íslendska søgu í dag, tá hon tók sæti í Altingum sum varatingkvinna fyri Piratflokkin. 

Hon er nevniliga yngsta tingfólk, sum hevur sitið í Altinginum, sambært íslendska kringvarpinum RÚV.

Gunn­hild­ur Fríða Hall­gríms­dótt­ir er 19 ár og átta mánaðir gomul, og er tað væl yngri enn gamla metið hjá Karli Lilj­en­dal Hólm­geirs­syni, sum var 20 ár og 355 dagar gamal, tá hann tók sæti fyri Miðflokkin í 2018. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327