- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongi tekin um rottu í Sandoynni

Ongi tekin eru um rottu í Sandoynni. Tað vísa trý eftirlit, sum hava verið í øllum bygdum í Sandoynni í ár.
Allar kommunur í Sandoynni hava í samstarvi við Umhvørvisstovuna lagt út serligar eftirlitstunnlar, sum kunnu avdúka rottu.
Tunnlarnir eru settir har, sum væntast kann, at rotta kann finna sær føði og skjól, t.d. Har føði verður goymt.
Trígjar ferð í ár eru blekkkort og lokkumatur løgd í tunnlarnar. Tá rotta fer eftir lokkumatinum fær hon blekk undir beinini, sum so sæst aftur sumfótafet á kortinum.
Men nógvar mýs vóru í tunnlunum.
Næsta eftirlit verður í februar 2022.
Í 11 oyggjum í Føroyum er ongin rotta. Sandoyggin er tann størsta. Rotta sleppur sannlíkt lættari í oynna, tá undirsjóvartunnilin letur upp. Eftirlit, ella yvirvøka, sum Umhvørvisstovan nevnir tiltakið, er eisini í Skúvoy, Mykinesi, Nólsoy og Hesti. Málið er, at yvirvøka er komin í fastalegu í øllum 11 rottufríum oyggjum næsta ár.




























