Nógvir skaðar í nátt

Nógvir skaðar í nátt
Nógvur vindur hevur verið í nátt og í gjárkvøldið og løgreglan mælir fólki til at rudda áðrenn vindurin veksur aftur í kvøld
Mynd: Mikkjal Hansen  
 
02.01.2022 - 10:36

Nógvur vindur hevur veirð í nátt og í gjárkvøldið og løgreglan hevur fingið fráboðanir um skaðar kring landið.

Millum klokkan sjey í gjárkvøldið og hálvgum trý í nátt vóru 16 skaðar fráboðaðir sambært vakthavandi á politistøðini.

Á vegnum oman móti Vestmanna var ein steinur bóltaður oman á vegin og ein bilur rendi á hann klokkan sjey í gjárskvøldi. 

Eingin mannskaði hendi, men bilurin kundi ikki koyra víðari.

Tveir húsvognar fóru í vindinum - annar stóð í Sundalangum og hin norðanfyri.

Tað er serliga í Havn, Klaksvík og í Sundalagnum at skaðar hava verið. 

Í Klaksvík vóru tvær fráboðanir um brotnaðar rútar, har leyst tilfar var fokið inn í teir.

Í Sundalagnum var boðað frá eini leysari tekju og ein bingja mátti tryggjast tí hon  fór akandi eftir vegnum í vindinum. 

Eisini í Suðuroynni var ein skaði við einum brotnum rúti.

Helvtin av øllum skaðum, sum hava verið í gjárskvøldið og i nátt hava verið vegna byggitilfar og annað leyst tilfar og løgreglan mælir til at fólk og serliga byggifyritøkur rudda áðrenn vindurin aftur veksur í kvøld. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817