Flestu strandfaraskipini sigla nú aftur

Flestu strandfaraskipini sigla nú aftur
SSL væntar, at øll ferðsla kemur í rættlag aftur í morgin
 
04.01.2022 - 15:53

Flestu strandfaraskipini sigla nú aftur, men tó verður eingin sigling á Skúvoyarleiðini og á leiðini til Fugloyar og Svínoyar í dag, sigur Strandferðslan.

Hinvegin er ivasamt, um Bygdaleiðir fara at koyra í dag, tí tað er framvegis nógvur vindur og hálka kring landið.

Strandferðslan væntar, at ferðslan er komin í rættlag aftur í morgin, tá allir bussar koyra og øll strandfaraskipini sigla eftir ferðaætlanini. 

Men longu hósdagin verður aftur boðað frá nógvum vindi, og tá er møguleiki fyri broytingum, sigur Strandferðslan.

Sí meira um ferðætlanina hjá SSL her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037