Aftur smittumet í dag

Aftur smittumet í dag
Umleið 317 smittutilburðir staðfestir í dag, sambært landslæknanum
Smittusporing hjá landslæknanum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen.  
 
06.01.2022 - 17:27

Aftur í dag eru metnógv smittað við koronu í Føroyum.

Almennu tølini eru ikki klár enn, men Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur við Kringvarpið í kvøld, at umleið 317 smittutilburðir eru staðfestir í kanningunum frá í gjár. Hesi tølini skulu takast við fyrivarni, tí enn mangla summi at fáa kunning.

3785 kanningar vórðu gjørdar í gjár.

Positivprosentið er í dag 8,4.

Fleiri flogfør lendu í Vágum í gjár, og tilsamans vóru 17 av teimum ferðandi smittað við koronu. Átta av teimum komu við flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Kanarisku Oyggjunum.

Hóast nógv smittað er í samfelagnum í løtuni, so er bert eitt fólk innlagt við koronu á Landssjúkrahúsinum, sigur landslæknin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520