Vil kappast ímóti heimsins bestu

Vil kappast ímóti heimsins bestu
Bogaskjúttin, Jóannes Poulsen, hevur fingið 100.000 krónur í úrvalsstuðuli frá ÍSF. Pengarnir skulu brúkast til kappingar og venjingarlegur uttanlands, sigur royndi skjúttin
10.01.2022 - 19:01

Hóast hann er 42 ára gamal, hevur bogaskjúttin, Jóannes Poulsen, júst fingið úrvalsstuðul frá Ítróttarsambandi Føroya fyri fyrstu ferð.

 - Sjálvur havi eg strembað eftir at søkja, og í ár havi eg so fingið BSKF til at hjálpa mær, og tað sær út til, at tað er eydnast, sigur skjúttin úr Ørvi.

Jóannes Poulsen, sum byrjaði at skjóta í 1996, hevur fingið 100.000 krónur, og tað ger, at hann í ár kann miðja hægri enn fyrr.

Compound-skjúttin ætlar sær nevniliga at kappast millum bestu bogaskjúttar í heiminum. 

Hann venur longu upp ímóti 25 tímum um vikuna, men í Føroyum er trupult støðugt at fáa kapping á jøvnum og høgum stigi.

 - Eg má út ímillum fólk at fáa upplivingina av, ikki at gerast kløkkur av, at tað brádliga standa 100 fólk og skjóta undir liðini á mær. Um eg fái vant meg við tað, fari eg eisini at avrika betri, sigur Jóannes Poulsen.

Landsliðsvenjarin, Kelea Quinn, er samd.

 - Um tú hyggur at stigatalinum, skjýtur hann longu á sera høgum stigi og kann kappast við heimsins bestu skjúttar, sigur Kelea Quinn, sum er úr Kanada.

 - Nú skulu vit savna okkum um at fáa hann til kappingar, har hann hittir íðkarar á hesum stigi.

Ætlanin er at brúka peningin til kappingar og venjingarlegur uttanlands. Hann skal á eina World Cup-stevnu um tvær vikur, og í februar skal hann skjóta um evropameistaraheitið.

Málið er toppurin.

 - Um eitt tal skal setast á, haldi eg, at topp-fimm í Evropa, er eitt gott mál at seta sær, sigur Jóannes Poulsen. 

 - Hann veit, hvat hann ger. Hann skal bara hava fleiri møguleikar at gera tað, sigur landsliðsvenjarin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. juli
Morgunlestur týsdagur 16. juli 2024
177834
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016
Leygardag 13. juli
Landsdystur: Føroyar - Montenegro
178015