- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tóri og Jenny vunnu fyrsta meistaraheitið í rørslumegi
Tóri og Jenny vunnu fyrsta meistaraheitið í rørslumegi
Tóri Wardum Rasmussen úr Tvørmegi og Jenny Persson úr Styrkifelagnum Stoyt vunnu fyrstu føroysku meistaraheitini í rørslumegi

Mynd: Niels Áki Mørk
11.10.2026 - 10:54
Tóri Wardum Rasmussen úr Tvørmegi og Jenny Persson úr Styrkifelagnum Stoyt vóru best, tá fyrstu føroyameistaraheitini í rørslumegi vóru í Havn síðsta vikuskiftið.
Kappast var í seks greinum, ið kallaðust ávíkavist treysti, ferð, styrki, kropsvekt, serkønur og blandað.
Hjá monnum var Bárður Skorheim Guttesen nummar tvey, og Eyðun Hentze Højgaard endaði á triðja plássi. Báðir eru úr Tvørmegi.
Hjá kvinnum endaði Kirstin Lützen á øðrum plássi, og Iben Nyholm Debess fekk bronsuna. Báðar umboðaðu Tvørmegi.
Sjey menn og fýra kvinnur kappaðust í kappingini undir Styrkisambandi Føroya.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























