Løgmaður: Kirkjurnar kunnu hava opið

12.01.2022 - 13:19
Innlendis›Heilsa
Løgmaður: Kirkjurnar kunnu hava opið
Bispur hevur funnist at landsmyndugleikunum fyri ikki at hava nóg greið koronutilmæli
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, heldur, at nýggjastu koronutilmælini forða ikki fyri, at kirkjurnar kunnu hava gudstænastu sum vant, tí tilmælini siga, at í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast. Og tað er nóg mikið í flestu førum, at gudstænasta kann verða hildin, sigur hann.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur funnist at landsins myndugleikum, tí eftir hansara tykki eru koronutilmælini ikki nóg greið. Og avgjørt er aftur at avlýsa gudstænasturnar nú sunnudagin.

Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen í útvarpstíðindunum.
 

Enn einaferð ger koronustøðan, at gudstænastur verða avlýstar.
 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541