- Tíðindi, mentan og ítróttur
Massørur avhoyrdur av løgregluni

Maðurin, sum eigur massagu-fyritøkuna Body EZE, og sum er skuldsettur fyri at hava verið ónærisligur móti fleiri kvinnum, er avhoyrdur í dag og verður framvegis avhoyrdur á politistøðini í Havn.
Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at fleiri kvinnur aftrat hava meldað mannin, - tær eru nú 12 í tali.
Maðurin noktar seg sekan, men hann verður kortini skuldsettur í øllum 12 málunum, sigur Heri Andreasen.
Maðurin segði í viðmerking til Dag og viku í januar, at hann hevur broytt viðgerðirnar, síðan kvinnurnar meldaðu í september í fjør.
Landslæknaembætið hevur eftirlit við góðkendum heilsustarvsfólkum á umleið 20 fakøkjum, - eitt nú fysioterapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar og læknar.
Men Lars Fodgaard Møller sigur, at Landslæknaembætið hevur ikki eftirlit við ikki-góðkendum fólkum, sum geva viðgerðir av ymsum slagi.
Og tá talan í hesum førum er um eina IKKI góðkenda viðgerð, so er hon heldur ikki undir eftirliti.



























