Ljósmøður og Fíggjarmálaráðið: Semingsstovnurin boðsendur

Ljósmøður og Fíggjarmálaráðið: Semingsstovnurin boðsendur
Semingsmenninir fara at hitta partarnar hósdagin
Semingsmenninir eru boðsendir í sáttmálatrætuni millum Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.01.2022 - 15:05

Í gjár varð semingsstovnurin boðsendur í lønartrætuni millum lønardeildina í fíggjarmálaráðnum og Ljósmøðrafelag Føroya.

Sáttmálin hjá ljósmøðrunum fór úr gildi í oktober 2020.

Sambært Terja Sigurðsson, semingsmanni, er næsta stig nú, at semingsstovnurin fer á fund við partarnar. 

Fyrrapartin hósdagin er fundur við lønardeildina hjá fíggjarmálaráðnum, og seinnapartin verður fundur við Ljósmøðrafelagið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011